Dobermann
Dobermann


 


Karl Friedrich Louis Dobermann (1834-1894), æt hann, sum aldi dobermann av fyrsta sinni, og hann var úr Týsklandi. Dobermann er tann fyrsta hundarasan, ið er kalla upp eftir tí, sum hevur ala eina hundarasu. Louis Dobermann var skattakrevjari og hundafangari viðsíðuna av. Sum hundafangari fangaði hann nógvar hundar, og tað var út frá hesum hundum hann fangaði í 1870´inum, at hann byrjaði at ala og serliga leggja dent á skarpleika, mót og skjót reaktiónsevnir.
Umframt pinsher var tað eisini ”slagtarahundarnir” (en rottweiler-typa), ið vóru brúktir í alingini. Tann franski brúks- og hyrdehundurin beauceron, við teimum fýra farvunum (svart, brúnt, blátt og isabella), sum eisini kann sporast í dobermann, meina tey er í rasuni dobermann. Eftir FCI-standardinum er bara svart og brúnt góðtikið. Schæfarin og tann týski hønsehundurin meina tey eisini er í.

Í 1895 bleiv rasan almanna góðkend í Týsklandi undir navninum ”dobermann pinscher”, seinni bleiv pinscher sletta.

Umleið í ár 1900 bleiv tann enski manchester terrier blandaður uppí fyri at bøta um pelsin og fáa avtekningarnar myrkari og meira avmarkaðar. Samstundis fekk man tær tætt liggjandi kettulabbarnar.

Dobermann var nú ein lutfalsliga lítil hundur, ca. 56 cm í hædd og sera grovur at síggja til. Fyri at gera rasuna hægri og meira eleganta bleiv svartur greyhound brúktur. Síðan 1910 hevur man ikki brúkt aðrar rasur í alingini.

Nógv ár eftir at rasan kom fram bleiv dobermann brúktur sum vakt- og politihundur, og eftir at man í alingini hevur roynt at dempa niður sinnið, sær man ein dobermann í dag sum ein typiskan brúks- og familjuhund.

Ein dobermann er miðalstórur, kraftigur og vøddamikil bygdur. Við teimum elegantu linjunum, stolta kropsburði, temperamentfulla sinninum og avgjørda úttrykkinum svarar hann til idealmyndina av einum hundi. Man kann kalla ein dobermann fyri GTI-modelli hjá brúkshundunum.
Ein dobermann er ein glaður og sera aktivur hundur við einum sera stórum tørvi á motión. Hann er altíð til reiðar til hvat sum helst av aktivitetum tú skuldi komi við, og elskar at arbeiða, og skal arbeiða, tí tað er ein brúkshundur, sum er gjørdur til tað. Rasan er ótrúliga lærinem undir røttu venjingarháttunum, elskar at læra nakað nýtt og at fáa avbjóðingar.

Ein dobermann er næstan kvadratisk bygdur, serliga er hetta galdandi fyri hannar. Hannarnir hava eina herðahædd uppá 68-72 cm og eina vekt millum 40-45 kg. Tíkarnar eru 63-68 cm til hæddar, har miðalstødd er tað man ynskir og viga millum 32-35 kg.


Ein dobermann er ikki ein hundur fyri øll. Hann kemur við krøvum, og áðrenn tú keypir ein, má tú gera upp við teg sjálvan um tú hevur:

*  TÍÐ og Heilsu/Fysik til at motiónera hann hvønn dag.

*  KONSEKVENT, róð og tolni – tað er ein lærinem rasa, men eisini ein rasa, sum hevur brúk fyri at man altið er konsekventur, og hvar hann-hundarnir serliga prøva grensir av alt lívið.

*  PLÁSS – sjálvt um ein dobermann ikki krevur so nógv pláss inni, so hevur hann brúk fyri sera nógvum plássi uttanfyri.



Kelda: Tina Ziska & Dansk Dobermann Klub


Vilja tit vita meira:


So kunna tit kontakta meg, Tina Ziska, lesa bøkur um dobermann ella fara inn á heimasíðuna hjá Dansk Dobermann Klub.  

 

"Bogen om Dobermann" af Ulla Sørensen.

 

www.dansk-dobermann-klub.dk